Føroyar vunnu eitt stig í Moldova

Hóast føroyska liðið eftir steðgin var undir støðugum trýsti, so var tað um reppið, at tað eydnaðist at fara við øllum

Mads Bo Mikkelsen var fyri fyrstu ferð málskjútti á landsliðnum, sum hann í kvøld var á fyri sjeyndu ferð

Fyrsti dysturin í níggjundi EM undankappingini hjá Føroyum er av. Úrslitið í Moldova var 1-1, og tað er nett sama úrslitið, sum tað var, tá ið Føroyar fyri tveimum árum síðani spældu HM undankappingardyst í Moldova.

 

Eftir fyrra hálvleik sá tað ljóst út. Føroyar vóru nógv á bóltinum, og føroyingar vunnu seg í fleiri møguleikar. Mads Bo Mikkelsen legðil Føroyar á odda 1-0 við fyrsta málinum hjá honum á landsliðnum. Uppspælið var fínt. Jákup B. Andreasen spældi aftarlaga frá í vinstru til Meinhard E. Olsen, ið streyk avstað og spældi fínt fram til væl upplagda Mads Bo Mikkelsen, sum var runnin úr høgru og í vinstru í brotsteiginum. Og so var KÍ spælarin púra kaldur, tá ið hann sendi bóltin millum beinini á málverjanum og í málið.

 

René Shaki Joensen var eyðsýndur og arbeiddi nógv á vongverjanum í høgru. Hann átti innleggið, tá ið Klæmint A. Olsen var um reppið at økja um leiðsluna og at taka málmetið.

 

Eftir steðgin koppaði alt á høvdið. Moldova, sum hevði verið lítið sannførandi undan steðginum, var púra greitt omaná, føroyingarnir vóru fyri tað mesta og runnu aftaná mótstøðumonnunum, og tað var meiri lukkan enn forstandi, at tað ikki eydnaðist heimaliðnum at fáa hol á. Odmar Færø bjargaði á strikuni eftir horna, og hin miðverjin, Gunnar Vatnhamar, ofraði seg fult og heilt, tá ið hann í tveimum umførum blokeraði. Og einki forgjørt hevði verið í tí, um skotski dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki til heimaliðið, tá ið Odmar Færø blokeraði við arminum.

 

Tríggjar minuttir undan dystarloki eydnaðist tað heimaliðnum at javna. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki ímóti innskifta Heina Vatnsdal, og Mattias Lamhauge hevði ongan møguleika at bjarga skotinum úr 11 metrum.

 

Heimaliðið spenti bogan fyri at skora sigursmálið, og tá var tað um reppið, at tað eydnaðist Føroyum at skora sigursmálið. Men í støðu, har tað vóru fýra føroyingar ímóti tveimum, tók innskifti Ári Mohr Jónsson skeiva støðu, tá ið hann úr vinstru royndi ímóti málinum heldur enn at leggja innfyri.

 

 

 

Moldova – Føroyar 1-1 (0-1)

 

0-1: Mads Bo Mikkelsen

 

1-1: Ion Nicolaescu br

 

Dómarabólkur úr Skotlandi: Nicholas Walsh, Graeme Stewart, Calum Spence og Alan Muir (4. dómari)

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – René S. Joensen, Odmar Færø (Heini Vatnsdal, 78.), Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Mads Bo Mikkelsen (Gilli Rólantsson Sørensen, 71.), Sølvi Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen (Ári Mohr Jónsson, 79.) – Klæmint A. Olsen (Páll A. Klettskarð, 79.), Patrik Johannesen (Noah Mnenéy, 63.)

 

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Bjarti V. Mørk, Hanus Sørensen, Daniel Johansen, Rógvi Baldvinsson, Stefan Radosavljevic, Pætur J. Petersen­­­

 

Gult kort: Gunnar Vatnhamar, Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Mattias H. Lamhauge, Jákup B. Andreasen, Ári Mohr Jónsson

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze

 

Mads Bo Mikkelsen var fyri fyrstu ferð málskjútti á landsliðnum, sum hann í kvøld var á fyri sjeyndu ferð