Eg bjóði meg fram á listanum hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið 31. oktober.
Til seinasta val var tað ikki nógv sum manglaði í, fyri at tit góvu annað umboðið til Fólkaflokkin. Tískil fari eg at heita á allar fólkafloksveljarar um at fara á val tann 31. oktober og velja eina sterka fólkafloksrødd á Fólkating.
Fyri fleiri kann tað tykjast meiningsleyst at velja føroysk umboð á Fólkating. So leingið sum vit ikki hava fult sjálvsræði og øll mál ikki eru yvirtikin, so er neyðugt at vit hava umboðan á Fólkatingi, fyri at verja føroysk áhugamál og tala føroyska søk í viðurskiftum, sum viðvíkja Føroyum.
Um eg verði valdur á Fólkating fari eg millum annað at virka fyri:
- at bøta um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Danmark, millum annað við betri atgongdt til lestrarbústaðir
- at bøta um umstøðurnar hjá teimum sum verða send til Danmarkar til sjúkraviðgerð, við millum annað at nýggja føroyska talgilda heilsuskipanin skal samvirka við donsku talgildu heilsuskipanina
- at Føroyar yvirtaka loftrúmið, íleggingargrunnin og fáa limaskap í altjóða felagsskapum
- at Føroyar fáa altjóða viðurkenning og harvið limaskap í ST, Olympisku Nevndini og WTO
Tískil hevði tað glett meg, um tú vísti tín stuðul til mín og Fólkaflokkin, soleiðis at vit kunnu umboða teg á Fólkatingi.
Uni Rasmussen
valevni Fólkafloksins til Fólkatingið