Fólkaflokkurin ein tryggur róðursmaður

Víð fólkaflokkinum til róðurs, klára vit at stýra millum økonomisku skerini.

 

Síðsta samgonga er skýrd at hava brúkt nógvar pengar, tað er rætt, men hvat eru pengarnir brúktir til?

 

Tað er tað sum er mest umráðandi.

 

Vit vórðu herjaði av Korona, sum kostaði okkum nógv bæði økonomiskt og menniskjaliga.

 

Í ár brast kríggja á í millum Russland og Ukraina, hetta hevur kostað okkum nógv í øktum rakstrarútreiðslum og prísvøkstri.

 

Harafturat eru gjørdar stórar íløgur á fleiri økjum á samferðslukervinum, tað eru boraðir fleiri tunlar, heilsu og almannaverkið eru eisini raðfest høgt, fyri bert at nevna okkurt úr rúgvuni. Alt íløgur og raðfestingar ið mugu til fyri at halda samfelagnum koyrandi á so høgum støði sum møguligt.

 

Hóast alt hetta bæði planlagt og óplanlagt, sum er komið bóltandi sum óløgir inn á okkum uttanífrá og sum vit als onga ávirkan hava á, so hava vit allíkavæl klára at hildið javnvág á fíggjarlógini.

 

Slíkt krevur politiskt hegni og økonomiskt nærlagni, tað fær man við fólkaflokkinum til róðurs.

 

Jóhan Eli Poulsen,

 

Valevnið fyri Fólkaflokkin