Fólkaræðislig koppseting – ongantíð aftur fámannaveldi!

VALIÐ hósdagin snýr seg um at seta kós ÚR FÁMANNAVELDINUM inn í fólkaræðið og við kós móti einum

 

sjálvstøðugum og frælsum samfelag, sum tekur ábyrgd og velur fólk í løgtingið, sum veruliga fara at tæna fólksins áhugamálum. Koppseting og immunitet móti ódámligari ávirkan og ræning av ogn Føroya fólks má verða málið fyri tínum krossi hósdagin!

 

 

 

Øll í Føroyum tóku covid hóttanina í álvara, lurtaðu eftir serfrøðini innan læknavísind, aktaðu boðum frá myndugleikum um atferð, vórðu koppsett fyri at fáa flokksimmunitet móti smittuni. Og bastu saman smittuni!

 

 

 

Serfrøðin innan búskap ávarar um avleiðingarnar fyri Føroyar og føroyskan búskap av sersømdunum, sum ein meiriluti av løgtinginum og verandi landsstýri, hevur latið nøkrum fáum fyritøkum. Hendan smittan vil, um hon ikki verður bast, skipað Føroyar sum fámannaveldi og tað vil køva fíggjarliga haldføri hjá tjóðini frameftir.

 

 

 

Koppset tí við tínum krossi fólkaræði við at velja fólk á ting, sum ótroyttiliga og ósjálvsøki fara at berja sersømdirnar hjá fámannaveldinum og sum fara at seta nýggja kós sum eitt fámannaimmunt fólkaræði.

 

 

 

Vel tú tí Tjóðveldi

 

X við Høgna í Stórustovu