Tað var klokkan 22.12 í gjárkvøldið, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur var farin út av vegnum í Havnardali. Tað var á vegastrekkinum frá Velbastaðvegnum út í móti gomlu brennistøðini við vatnbrunnin úti í Havnardali.
Tað var ein bilur við fimm kvinnum, sum fór út av vegnum og koppaði. Fleiri rútar brotnaðu og bilurin endaði á liðini, og kvinnurnar sluppu ikki úr bilinum.
Løgregla og sløkkilið komu á staðið, greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá.
– Men tær vóru hepnar, tí tær fingu ongan skaða. Bilførarin var tó sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur hon.
Sum skilst er bilurin komin ov langt út á vegjaðaran og tí farin út av. Eingin illgruna var rúsdrekkakoyring ella annað slíkt, sigur vaktleiðarin, men veðrið var keðilig og sýnið var ringt.