Ford skal gjalda milliarda endurgjald eftir vanlukku í 2014

Avgerð er fallinum í einum tí størsta málinum um endurgjald í USA. Bilarisi skal gjalda 12,5 milliardir krónur í endurgjaldi

 

Børnini hjá einum hjúnum, sum í 2014 doyðu í eini ferðsluvanlukku í einum ford, hava lagt sak ímóti bilaframleiðaranum. Nú er avgjørt, at Ford skal rinda góðar 12,5 milliónir krónur í endurgjaldi. (Arkivfoto). - foto:David Zalubowski/Ritzau Scanpix

Amerikanski bilarisin Ford skal gjalda 12,5 milliardir krónur í endurgjaldi í máli, sum snýr seg um eina vanlukku við deyða sum fylgju í 2014.

Tað skrivar fleiri amerikanskir miðlar – teirra millum tíðindastovan AP.

Málið hevur verið fyri í rættarskipanini í statinum Georgia í fleiri ár. Sambært tíðindamiðlinum Bloomberg er talan um eitt av størstu endgjaldsmálum í USA í ár.

Tað eru børnini hjá einum hjúnum, sum doyðu í 2014, sum hava sett rættarmálið í gongd ímóti amerikanska bilarisanum.

Í vanlukkuni rullaði bilurin hjá hjúnunum Melvin Hill og Voncile Hill, á takið. Bilurin var ein Ford F-250 pickup. Takið fall saman, og tey doyðu bæði.

Sambært advokatunum hjá saksøkjarunum hava takini á fleiri Ford-bilum verið »merkt av feilum á ein vandamiklan hátt«. Tað sigur James Butler Jr, advokatur, sum umboðar børnini hjá hjúnunum, Kim Hill og Adam Hill.

– Eg plagdi at keypa Ford-bilar, segði advokaturin í gjár.

– Men eg trúði ikki, at tað var nakar, sum vildi selja ein bil við so veikari konstruktión. Takið er púrasta líka mikið í eini vanlukku. Tú kundi akkurát ta- sama koyrt í einum cabriolet, sigur hann sambært AP.

Ákærurnar ímóti bilaframleiðaranum hava millum verið, at »Ford og tess verkfrøðingar við vilja hava handlað ábyrgdarleyst við tilvitaðari líkasalu fyri trygdini hjá fólkunum, sum koyra í bilunum«.

Sambært verjuadvokatinum Paul Malek er tað »als ikki rætt«.

Advokatarnir hjá saksøkjarunum hava í sambandið við málið savnað prógv um næstan 80 ferðsluvanlukkur, sum snúgva seg um tak, sum søkka saman.

Tað upplýsir Gerald Davidson, advokatur, sum samstarvar við James Butler Jr.

– Fleiri eru deyð og fleiri eru komin álvarsliga til skaða, tí at ein millión av hesum bilum eru á vegunum, sigur hann í eini fráboðan.

Í Georgia fara 75 prosent av upphæddini til endurgjald til statin, skrivar Bloomberg. Restin verður býtt millum saksøkjararnar og advokatarnar.

/ritzau/

 

 

 

Børnini hjá einum hjúnum, sum í 2014 doyðu í eini ferðsluvanlukku í einum ford, hava lagt sak ímóti bilaframleiðaranum. Nú er avgjørt, at Ford skal rinda góðar 12,5 milliónir krónur í endurgjaldi. (Arkivfoto). - foto:David Zalubowski/Ritzau Scanpix