Shigeru Ishiba, forsætisráðharri, segði í dag við japanska tjóðartingið, at hann stríðist fyri at fáa eina samrøðu við amerikanska forsetan, Donald Trump, um amerikanska innflutningstollin.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Samstundis sigur Ishiba, at stjórnin er sinnað at brúka øll amboð til at minka um ávirkanina av amerikanska tollinum.
Miðilin Jiji News skrivaði um vikuskiftið, at Ishiba hevur roynt at fingið í lag eina telefonsamrøðu við Trump hesa vikuna.
Í hesum sambandi førdi forsætisráðharrin fram, at hann vil tosa beinleiðis við amerikanska forsetan.
Shigeru Ishiba hevur kallað 24 prosent amerikanska tollin á japanskum vørum fyri "eina tjóðarkreppu".
Í dag hjálpti partabrævafallið hjá japanskum bilframleiðarum sum Toyota til at draga niður fremsta partabrævavísitalið í landinum, Nikkei 225. Stutt eftir at partabrævamarknaðurin læt upp mánadagin, fall vísitalið við átta prosentum.
Í síðstu viku bað Shigeru Ishiba sínar ráðharrar um at brúka øll amboð til at hjálpa japanskum fyritøkum og verja arbeiðspláss. Hetta kann vera í formi av fíggjarligum stuðli.
Forsætisráðharrin hevur eisini heitt á andstøðuna um at koma við uppskotum.
Shigeru Ishiba fer at hitta allar floksformenninar fyri at hoyra teirra sjónarmið, sigur ein talsmaður fyri forsætisráðharran.