Forseti Ísraels biður stjórnina steðga nýskipanunum

Isaac Herzog, forseti í Ísrael, heitir nú á stjórnina hjá Netanyahu um at steðga lógartilgongdini alt fyri eitt

 

Mynd: Toby Melville/Reuters/Ritzau Scanpix

Ísraelski forsetin, Isaac Herzog, heitir nú á stjórnina um alt fyri eitt at steðga arbeiðinum við eini umstríddari rættarnýskipan.

– Við atliti til samanhaldið millum ísraelska fólkið og við atliti til ábyrgd heiti eg á tykkum um at steðga lógartilgongdini alt fyri eitt, skrivar hann á Twitter.

Forsetin hevur bara symbolskan leiklut í Ísrael.

Áheitanin frá Herzog kemur, dagin eftir at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, koyrdi verjumálaráðharran frá, tí hann var ímóti nýskipanini. Tað førdi til hópmótmæli kring alt landið.

Í síðstu viku kom Isaac Herzog við einum semingsuppskoti. Tí vísti stjórnin tó aftur.

Fleiri ísraelskir miðlar, teirra millum Jerusalem Post og Haaretz, skrivaðu fyrr í morgun, at ísraelska stjórnin eftir øllum at døma tosar um at steðga á við umstríddu rættarnýskipanini.

Tað hendir, eftir at tíggjutúsundtals mótmælisfólk í gjárkvøldið vóru komin saman í Tel Aviv og fleiri øðrum býum fyri at vísa sína vreiði ímóti, at Netanyahu hevði koyrt verjumálaráðharran, Yoav Gallant, frá.

Uppsøgnin av honum kom, eftir at Gallant hevði heitt á stjórnina um at steðga nýskipanini.

Orsakað av hesum kallaði Netanyahu stjórnina saman til skundfund.

Sambært Jerusalem Post hildu tingingarnar fram, sum byrjaðu í gjárkvøldið, líka til klokkan fimm í morgun.

Umframt lógmálaráðharran Yariv Levin og fíggjarmálaráðharran Bezalel Smotrich úr ytsta høgraveingi vóru eisini Ron Dermer, ráðharri fyri strategiskum málum, og Yoav Kisch, útbúgvingarmálaráðharri, á fundinum, sum varð hildin í forsætisráðharraskrivstovuni, verður sagt.

Hundraðtúsundtals ísraelar hava síðani januar mótmælt ætlanunum hjá Netanyahu.

Nýskipanin fer at skerja heimildirnar hjá hægstarætti og gera tað møguligt við einum vanligum meiriluta í tjóðartinginum at broyta avgerðir hjá hægstarætti.

Mótmælisfólkini siga, at nýskipanin fer at broyta Ísrael til eitt einaræði.

/ritzau/Reuters

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

Mynd: Toby Melville/Reuters/Ritzau Scanpix