Fóru at klandrast um eitt brotsspark

Premier League: Tað var rok um hvør skuldi taka eitt brotsspark, tá Chelsea í gjár vann á Everton

Mynd: (Scanpix) Nicolas Jackson, Cole Palmer og Noni Madueke í betri lag, enn tá Chelsea fekk brotsspark

Chelsea vann í gjár heili 6-0 á Everton og setti punktum fyri 33. umfar í Premier League, sum staðfesti at Manchester City nú er stóri favoritturin at vinna meistaraheitið, eftir at bæði Liverpool og Arsenal taptu sínar dystir.

 

Chelsea hevur havt eitt misjavnt kappingarár, men í gjár fór alt í málið. Cole Palmer skoraði eitt hattrik í fyrra hálvleiki og Nicolas Jackson økti til 4-0. Í seinna hálvleiki var ein margháttlig hending, tá Chelsea fekk brotsspark.

 

Cole Palmer er fyrstaval, men bæði Nicolas Jackson og Noni Madueke ætlaði sær at taka tað. Tað endaði við, at Nicolas Jackson og Noni Madueke fóru at klandrast á vøllinum og máttu skiljast av liðskiparanum, Thiago Silva.

 

Tá rokið hevði lagt seg á fyrsta sinni kom Cole Palmer og fór avstað við bóltinum. Tað evldi aftur til eina øsing. Tað endaði við, at Cole Palmer umsetti til mál og Chelsea vann 6-0. Eftir dystin var venjarin, Mauricio Pochettino, alt annað enn nøgdur við hendingina.

 

- Øll í Chelsea, spælarar, venjarar og leiðsla, vita at Cole Palmer er fyrstaval til brotsspørk. Eg eri illur um støðuna og havi greitt spælarunum frá, hvønn boðskap slíkt sendir eitt mánakvøld, tá alt landið hyggur eftir fótbólti. Eg má biðja fólkið um umbering og hetta er seinastu ferð, at eg góðtaki slíkan atburð, segði Mauricio Pochettino á tíðindafundinum aftaná.

 

Cole Palmer segði í viðtalu við Sky Sports, at hendingin vísti, at fleiri spælarar vilja taka ábyrgd. Hann ásannaði tó eisini, at hetta var í so nógv av tí góða. Everton er enn tvey stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.

 

1Man. City32227376:3273
 

 

 
2Arsenal32225575:2671
 3Liverpool32218372:3171
 4Aston Villa33196868:4963
 5Tottenham32186865:4960
 6Newcastle321551269:5250
 7Man. Utd321551247:4850
 8West Ham331391152:5848
 9Chelsea311381061:5247
 10Brighton3211111052:5044
 11Wolves321271346:5143
 12Fulham331261549:5142
 13Bournemouth321191247:5742
 14Crystal Palace32891537:5433
 15Brentford33881747:5832
 16Everton32981532:4827
 17Nottingham F.33791742:5826
 18Luton33672046:7025
 19Burnley33482133:6820
 20Sheffield Utd32372230:8416

Mynd: (Scanpix) Nicolas Jackson, Cole Palmer og Noni Madueke í betri lag, enn tá Chelsea fekk brotsspark