Fráfaringarløta á Brennistøðini

Í gjár var fráfaringarløta á Brennistøðini í samband við, at Jóannes M. Hansen fer úr starvi fyri aldur, skrivar torshavn.fo.

Jóannes M. Hansen hevur arbeitt á Brennistøðini í 27 ár.

 

Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu m.a. á, at flestu viðskiftafólk, ið ringja á Brennistøðina, hava tosað við Jóannes, tí tað er hann, ið tekur sær av telefonini og svarar fyrispurningum um prísir, hvat rusk skal hvar, reglur og annað.

 

Borgarstjórin vísti eisini á, at Brennistøðin hevur ein umráðandi leiklut í Tórshavnar kommunu:

 

“Tit eru ein av kjarnutænastunum í Tórshavnar kommunu. Tað var sjón fyri søgn herfyri, tá tað var verkfall.

 

Og nógvar eru tænasturnar, ið Brennistøðin veitur, so her er ríkiligt at fáast við hjá tykkum, ið starvast her. Brennistøðin tekur ímóti umleið 17.000 tonsum av burturkasti um árið. Hon selur umleið 4.500 tons av ruskjarni til endurvinningar, og Brennistøðin veitur umleið 32 giga watt tímar til fjarhita um árið."

 

##med2##

 

John Erik Hansen, stjóri á Brennistøðini og Jóannes M. Hansen, sum nú fer frá fyri aldur.