Framleiðslan, BTÚ er mett til 29,1 mia. kr. í 2025

Búskaparráðið hevur í samstarvi við Hagstovu Føroya mett um vøksturin í BTÚ fyri árini 2024 – 2026. Metingarnar av BTÚ verða gjørdar í ársins prísum.

Landsbankin: 

 

Vøksturin í BTÚ er mettur til at verða ávikavist 3,0% í 2024, 5,0% 2025 og 5,7% í 2026.

 

BTÚ var í 2023 26,9 mia. kr. og er mett at vera 27,7 mia. kr. í 2024, 29,1 mia. kr. í 2025 og 30,8 mia. kr. í 2026. Stóri vøksturin, sum var í 2022 og 2023 sæst ikki aftur í 2024, men veksur spakuliga aftur í 2025 og uppaftur meira í 2026, sí myndina niðanfyri.

 

Á myndini sæst, at vøksturin í 2022 varð 9,5% í ársins prísum, meðan realvøkursturin var 3,6%. Í 2023 var vøksturin í ávikavist ársins prísum og føstum prísum 6,7% og 2,5%. Í 2022 og 2023 var høga inflatiónin við til at toga BTÚ í ársins prísum upp.  

 

Mynd 1 BTÚ vøkstur í árligum prísi og árligum realvøkstri

 

##med2##

 

Viðm.: 2022 og 2023 er uppgerð hjá Hagstovu Føroya. 2024, 2025 og 2026 eru metingar hjá Búskaparráðnum. Kelda: Hagstova Føroya og Búskaparráðið

 

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.