Nú er vegurin yvir til Norra styttri

Javnleikurin í nýggju høllini við Tjarnir kann fara at vísa seg at verða avgerandi í kappingini um at sleppa í EM endaspælið

Tað kókar í nýggju høllini við Tjarnir. Síðsta bríksl hevur verið í fyrsta týdningarmikla hondbóltsdystinum, sum var EM undankappingardystur millum Føroyar og Niðurlond. Máltalvan vísir 32-32 eftir hálvleiksstøðuna 18-14 til Føroyar.

 

Síðsta lítla løtan minti um tiltikna dystin í Berlin ímóti Norra. Niðurlond løgdu seg á odda 32-31, tá ið tað restaði minni enn ein hálvur minuttir. Føroyar tóku leikbráð, og venjarin legði ábyrgdina á Elias Ellefsen á Skipagøtu um at skipa álopið. Hann royndi at bróta ígjøgnum, og so endaði bólturin á vinstra veingi hjá Leivi Mortensen, sum leyp inn úr spískum og setti bóltin í málið.

 

-Hetta var fantastiskt, tí tað kann fara at vísa seg, at stigið verður nóg mikið at sleppa við í EM endaspælið um eitt ár. Áskoðararnir bóru okkum fram, tá ið tað síðstu løtuna kendist tungt, sigur Leivur Mortensen í samrøðu við Trónd Arge hjá Kringvarpinum.

 

Føroysku spælararnir vóru væl upplagdir í fyrra hálvleiki, tá ið mótstøðumenninir og serliga venjarin Staffan Olsson støðugt góvu til kennar, hvussu misnøgdir teir vóru við sponsku dómararnar, sum fyri stuttum dømdu HM finaluna millum Danmark og Kroatia.

 

Føroyar vóru tíðliga í seinna hálvleiki frammanfyri við fimm málum, og møguleiki var at økja um leiðsluna til seks mál. Tað eydnaðist ikki, og so snaraði alt á høvdið. Mótstøðumenninir vóru frammanfyri við tveimum málum, men síðstu fimm minuttirnar bóru áskoðararnir føroyska liðið fram, og tað eydnaðist at vinna eitt stig.

 

-Vit stórfegnast um stigið, ið næstan kennist sum ein sigur. Vit royndu at halda høvdið kalt. Vit vistu, at tað fór at vera torført í verjuni, men tað var nóg gott at vinna eitt stig ímóti spælarum, sum í gerandisdegnum eru á hægsta støði í Týsklandi og Fraklandi. Vit góvu okkum fult og heilt, og vit eiga at hava í huga, at fleiri av okkara spælarum í gerandisdegnum ikki eru so nógv í verju, sigur Peter Bredstorff-Larsen venjari hjá Føroyum í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpi Føroya.

 

 

 

Føroyar – Niðurlond 32-32 (18-14)

 

EM undankapping

 

Í Høllini við Tjarnir mikudagin 12. mars 2025 kl. 19.00

 

Dómarar úr Spania: Ignacio Garcia og Andreu Marin

 

Føroyar:

 

Málverjar: Pauli Jacobsen og Aleksandar Lacok

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu 10, Hákun West av Teigum 7, Óli Mittún 5, Teis Horn Rasmussen 4, Leivur Mortensen 3, Allan Norðberg 2, Bjarni í Selvindi, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Hallur Arason, Tróndur Mikkelsen, Ísak Vedelsbøl, Rói Ellefsen á Skipagøtu