Framsókn vil grøna orkuskiftið

Í nógv ár hava vit kjakast um, hvørt vit skulu gerast grøn ella ikki. Vit eru tíbetur komin har til, at vit bert skifta orð um, hvussu vit skulu blíva grøn. Um vit ikki gera neyðugu átøkini, kemur grøna orkuskiftið at vera seinkað óneyðugt.

 

Tað gongur framá við orkuskiftinum. Talið av elriknum bilum økist hvørt ár, langar bíðirøðir eru til jarðhita- og pumpuskipanir, og vit fáa fleiri vindmyllur upp at standa. Vit nærkast eisini einum búskapi, har tøkniligu loysnirnar innan grøna orku eru bíligari og betri enn orka úr kolvetni. Tað er at fegnast um, tí tað ger ein stóran part av arbeiðinum fyri okkum. Men vit eiga at skunda undir grøna orkuskiftið.

 

Tað er eisini av somu orsøk, at Framsókn legði fram uppskot um ein  nýggjan orku- og veðurlagspolitikk saman við samgonguflokkunum og Sjálvstýri. Uppskotið hevur við sær 25 átøk, sum skulu vera við til at minka um oljunýtsluna, og harvið útlátið av vakstrarhúsgassi, við í minsta lagi 30 prosentum komandi 10 árini. Eg skal vera tann fyrsti til at siga, at uppskotið ikki var perfekt. Men tað er eitt týdningarmikið stig á leiðini, og tað týdningarmesta er, at vit koma í gongd. Og hetta verður ein uppgáva, sum landið, kommunurnar, SEV, privatar fyritøkur og privatu húsarhaldini lyfta í felag. Annars koma vit ongantíð á mál.

 

Tað eru nógvir fyrimunir við leggja um til grøna orku. Grøn orka er ein nýggjur vinnuvegur og fer at elva til nýggjar fyritøkur og skapa nýggj arbeiðspláss. Harafturat innflyta vit olju fyri meira enn eina milliard í dag. Við at leggja um, sleppa vit frá hesum innflutningi, og orka gerst nógv bíligari. Kanska koma vit enntá har til, at vit fara at útflyta orku. Fortreytirnar eru í øllum førum rættar í einum landi við nógvum varandi orkukeldum.

 

Orkukreppan í Evropa hevur eisini víst okkum, hvussu týdningarmikið tað er at vera sjálvbjargin við orku. Men tað týdningarmesta er, at vit gera okkara part fyri at tryggja, at vit lata jørðina til okkara komandi ættarlið í betri standi, enn tá vit fingu hana.

 

Um tú vil grøna orkuskiftið, so kanst tú trygt seta krossin við Framsókn. Tí tað vilja vit eisini.

 

Bjarni Kárason Petersen,

 

valevni fyri Framsókn