Tíðindaskriv frá Yrkisdeplinum:
Í 2024 valdu 376 fólk at gera lærusáttmála við ein arbeiðsgevara fyri at fáa eitt sveinabræv ella eitt yrkisbræv og tað er 57% av einum miðal føroyskum árgangi, her tað í miðal hava verið fødd knapt 660 børn um árið seinastu 20 árini.
Konjunkturarnir í Føroyum hava stórt árin á, hvussu nógvir lærlingar byrja í læru á hvørjum ári og sæst tað eisini týðiliga í sveiggjunum í tølunum frá ári til ár. Sæð yvir eitt longri áramál hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar leingi verið rættiliga høg og vaksandi og hevur seinastu 20 árini ligið um 50% av einum miðal føroyskum árgangi. Seinastu 7 árini hevur tilgongdin ligið ímillum 55% og 62% árliga.
Nógvar ymiskar útbúgvingar
Tey 376 fólkini, sum byrjaðu í læru í 2024, læra innan 45 ymiskar útbúgvingar. Verða allir virknir lærlingar taldir við, eru í dag knapt 1.000 fólk í ferð við at taka 62 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum.
Aldur við byrjan
Aldurin á nýggju lærlingunum í 2024 lá ímillum 15 og 57 ár, ímeðan miðalaldurin var 22,2 ár. 23% av teimum, sum byrjaðu at læra í 2024, vóru yvir 25 ár.
Skúlagongdin í Føroyum og í Danmark
Av teimum 62 útbúgvingunum, sum føroyskir lærlingar læra innanfyri í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 15 teirra í Føroyum. Til hinar útbúgvingarnar krevst, at lærlingar fara til Danmarkar í skúla. Í tølum merkir tað, at í 2024 byrjaðu 31% av lærlingunum uppá útbúgvingar har tað krevst, at tey fara uttanlands at taka skúlagongdina, sum hoyrir til útbúgvingina tey hava valt (vanliga er skúlagongdin umleið 25% av einari yrkisútbúgving).
Nýggjar útbúgvingar í 2024
Ventilatiónstøkningur, ambulansuviðgeri, gullsmiður og tannatstøðingur eru nýggjar útbúgvingar. Skúlagongdin til hesar útbúgvingarnar er á donskum skúlum.
Nú ber til at taka alla útbúgvingina til kokk í Føroyum, soleiðis at tað slepst undan at fara til Danmarkar at taka skúlagongdina, sum hoyrir til yrkið. Undirvísingin er á TSK í Klaksvík.
Alaraútbúgvingin varð sett á stovn í 2022, tá fyrstu alararnir byrjaðu á Miðnám í Vestmanna. Fyrstu alararnir fáa sveinabræv í 2026.
Størstu yrkini
Nógv tey størstu yrkini eru tær siðbundu føroysku yrkisútbúgvingarnar innanfyri maskinsmíð, húsasmíð og elektrikara. 43% av lærlingunum í 2024 byrjaðu innanfyri hesi yrkini.
Umleið 30% av øllum lærlingunum, sum byrjaðu í 2024, nema sær útbúgving innan merkantilu fakini, har størstu útbúgvingarnar eru søla og skrivstova við ymiskum sergreinum, sum td. fyrisiting, almenn fyrisiting, logistikk, advokatskrivari og innanfyri speditión og shipping.
Fleiri hagtøl um yrkisútbúgvingarnar eru at finna á www.yrkisdepilin.fo/hagtoel ella sí her.