Fredrikstad bjargaði sær eitt stig í yvirtídini

Føroyingaliðið, Fredrikstad er ósigrað aftaná fyrstu níggju dystirnar í næstbestu norsku hondbóltsdeildini

Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin og Brandur H. Olsen kom á vøllin tíðliga í seinna hálvleiki, tá lið teirra, Fredrikstad leikti enn ein javnleik í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Leingi var tap í hendi hjá Fredrikstad, ið var aftanfyri 0-1 móti Hødd væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Tá vóru teir hjá Fredrikstad so hepnir, at Hødd beinti bóltin í egið net, so Fredrikstad slapp heimaftur við einum stigi, og eru framvegis ósigraðir hetta kappingarárið.

 

Fredrikstad er nummar fýra í deildini við 15 stigum, tveimum stigum færri enn oddaliðið, Kristiansund.

 

Komandi sunnudag tekur Fredrikstad móti Åsane á heimavølli.