Fuglafjarðar kommuna fær átalu fyri vantandi svar

Løgtingsins Umboðsmaður hevur átala Fuglafjarðar kommunu, sum í eitt ár ikki svaraði fyrispurningum frá borgara í sambandi við eitt byggimál

Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður, sum hevur almannakunngjørt álit um vantandi svar til fyrispurningar og innlitsumbøn frá Fuglafjarðar kommunu í sambandi við eitt byggimál.

 

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Fuglafjarðar kommuna í eitt ár ikki svaraði fyrispurningum borgarans í sambandi við eitt byggimál og ikki viðgjørdi innlitsumbøn hansara skjótast gjørligt og innan lógarásettu freistina. Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi og ei heldur í samsvar við góðan fyrisitingarsið, at borgarin ikki fekk svar innan rímiliga tíð, og helt tað vera átaluvert, at kommunan ikki hevði viðgjørt innlitsumbønina skjótast gjørligt og innan lógarásettu freistina.

 

Umboðsmaðurin gav Fuglafjarðar kommunu eina átalu fyri handfaringina av fyrispurningum og innlitsumbøn klagarans.

 

Klagarin hevði, tann 8. mars og 5. november 2024, sent kommununi fyrispurningar um undirliggjandi málið og bað í teldupostinum frá 5. november 2024 eisini um innlit í, hvat útgrevstur og alt annað arbeiði hevði kostað kommununi higartil.

 

Klagarin fekk ikki svar frá kommununi fyrr enn tann 7. mars 2025, har kommunan millum annað upplýsti, hvat kostnaðurin hevði verið fyri at byggibúgva økið, og hvat prísurin á lendinum var áleið. Kommunan lat tó ikki klagaranum nøkur skjøl.

 

Umboðsmaðurin metti, at kommunan, sambært góðum fyrisitingarsiði, ikki hevði svarað klagaranum innan rímiliga tíð, og at kommunan ikki hevði viðgjørt innlitsumbønina skjótast gjørligt og innan lógarásettu freistina.

 

Umboðsmaðurin gjørdi vart við, at tá klagarin bað um innlit í kostnaðin, átti kommunan at tryggjað sær, hvørt talan var um ein fyrispurning ella eina umbøn um innlit í skjøl.

 

Av skjalayvirlitinum sást, at Fuglafjarðar kommuna ikki hevði skjalført teldupostarnar, sum klagarin sendi kommununi, tann 8. mars 2024 og 5. november 2024.

 

Umboðsmaðurin gav Fuglafjarðar kommunu eina átalu fyri ikki at hava svarað klagaranum innan rímiliga tíð og fyri ikki at hava viðgjørt innlitsumbønina skjótast gjørligt og innan lógarásettu freistina.

 

Eisini minti umboðsmaðurin kommununa á at skjalføra inngangandi teldupostar stundisliga, so teir ikki detta niður ímillum og tí ikki verða svaraðir.  (LUM 25/04771)

 

Meira kann lesast við at trýsta her