Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.
U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF leiktu javnleik 1-1 á útivølli móti Raufoss.
Raufoss legði seg á odda tá 68 minuttir vóru farnir av dystinum. Sjey minuttir seinni javnaði Tommy Høiland til 1-1 við einum brotssparki.
Sandnes er nummar 11 í deildini við 30 stigum.
Venjarin hjá Bryne er smáligur við spælitíð til sínar føroysku leikarar, Noah Mneney og Rógva Baldvinsson.
Noah og Rógvi sluppu ikki á vøllin fyrrenn 88 minuttir vóru farnir av heimadystinum móti Kristiansund.
Tó Noah og Rógvi komu á vøllin var støðan 1-0 til Bryne, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Kristiansund til 1-1, so Bryne mátti taka til takkar við javnleiki.
Bryne er nummar níggju í deildini við 32 stigum.