Fýra frystilínuskip eru til fiskiskap

Væntandi fara onkur ísfiskalínuskip útaftur í næstum, og helst fara onkrir útróðrarbátar útaftur á Føroyabanka.

Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju í løtuni, men væntandi er, at okkurt skip fer avstað í næstum.

 

- Trý frystilínuskip fiska undir Føroyum, og eitt er til fiskiskap í grønlendskum sjógvi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at línuskipini undir Føroyum fáa mest av longu og brosmu.

 

- Streymurin verður góður, og veðrið verður gott. Tí verður roknað við nógvum útróðri.

 

Útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap í løtuni.

 

- Helst fer onkur útróðrarbátur út á Føroyabanka. Har fæst mest av toski og hýsu, verður lagt aftrat.