Fyribils brúgvin um Stórá verður tikin niður

- Nú ber til at ganga eftir nýggju brúnni, men enn kunnu bilar ikki koyra

Í dag, hósdagin 21. november, verður fyribils brúgvin um Stórá tikin niður.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

- Nú ber til at ganga eftir nýggju brúnni, men enn kunnu bilar ikki koyra.

 

Lagt verður aftrat, at í morgin verður rekverk gjørt á brúnni.

 

- Tískil mugu fólk, sum ganga her í dag, vera varin, siga tey í kommununi.

 

Mælt verður til, at gingið verður eftir miðjuni á brúnni um Stórá.