Tað verður Ane Tømmerås, sum fer at greiða frá, hvussu føðital ávirkar fólkavøkstur og framtíðar menning.
- Føðitalið er lækkað í fleiri evropeiskum londum, og hetta hevur avleiðingar fyri samfelagið.
Soleðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Í fyrilestrinum gevur Ane innlit í gongdir, orsøkir og møguligar loysnir upp á eina av størstu demografisku avbjóðingunum í okkara tíð.
Ane Tømmerås er ph.d.-lesandi í demografi hjá Hagstovu Noregs og býr í løtuni í Vági saman við makanum,Trym Langballe.
- Bæði eru partur av Arctic Digital Nomads - einari verkætlan, sum stuðlar fólki við fjararbeiði í at búgva og virka í útjaðaraøkjum.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at verkætlanin er stuðlað av NORA, sum arbeiðir fyri at styrkja samstarv og menning millum londini í Norðuratlantshavi.
Lagt verður aftrat, at fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.