Sønderborg Floghavn gjørdist fyrsti flogvøllur í Danmark, haðani eitt 100% el-flogfar gjørdi royndarflúgving á eini innanríkisleið. Flogið var til flogvøllin í Keypmannahavn.
Í nýggjársrøðu síni 1. januar 2022 segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, at Danmark skal kunna bjóða møguleikan at flúgva grønt á innanríkisleið í seinasta lagi í 2025.
– Í seinasta lagi í 2025 skulu danir hava møguleika at flúgva grønt á innanríkisleið, segði forsætisráðfrúan.
Nú er lyftið uppfylt.
El-flogfarið hjá Beta Technologies, ALIA CTOL, gjørdist fyrsta el-flogfarið á vinnuligari innanríkisflúgving í Evropa.
Tanja Have frá GOTO Sønderborg kallar sýnisflúgvingina eitt veruligt stig móti grønari flogferðslu í Danmark og Evropa.
– Vit eru errin av, at Sønderborg varð valt fyri at vísa, at Danmark og Evropa eru til reiðar at taka eitt veruligt stig móti at flúgva grønt. Tú kundi føla søgunnar veingjasús, tá flogfarið fór avstað, og eg tori at siga, at royndarflúgvingin staðfestir leiklutin hjá Sønderborg sum heimsleiðari innan orkunýtslu og elektrifisering, sigur í GOTO Sønderborg, Tanja Have.
– Tað er umráðandi fyri Sønderborg at ganga á odda í grønu umleggingini. Hetta gera vit longu nú við ProjectZero, sum hevur minkað um CO2-útlátið við 69% síðani 2007 og er á veg at gera orkuskipanina í Sønderborg veðurlagsneutrala í 2029, sigur Tanja Have.
Leiðarin á altjóða orkustovninum IEA, Dr. Fatih Birol, hevur útnevnt Sønderborg heimshøvuðsstaðin fyri orkunýtslu, millum annað tí at ein triðingur av CO2-minkingini í ProjectZero stavar frá orkunýtslu og elektrifisering.
Sambært IEA skal el standa fyri 50% av endaligu orkunýtsluni í 2050 fyri at fáa alheims veðurlagsneutralitet.
Flogvallarstjórin í Sønderborg, Jákup Sverri Kass, sigur slóðbrótandi flúgvingina verða byrjanina til ein nýggjan kapittul í burðardyggari flogferðslu.
– Tað er ein marknasteinur fyri Sønderborg Floghavn, at vit gjørdust fyrsti flogvøllur í Danmark, haðani eitt 100% el-flogfar fór avstað. Men royndarflúgvingin er eisini slóðbrótandi fyri evropeisku flogferðsluna. Eg síggi tað sum byrjanina til ein nýggjan kapittul fyri grønu umleggingina, sigur hann.
Beta Technologies sigur, at ALIA CTOL letur út umleið 84% minni CO2 enn ein vanlig tyrla, sum brúkar brennievnismotor og fossilt brennievni. Sambært Beta Technologies bjóða ALIA CTOL – og mótparturin, ALIA VTOL – eitt trygt, stillt, burðardygt og kostnaðarmikið alternativ til siðbundin flogfør og tyrlur, sum brúka brennievnismotorar og fossilt brennievni. Flogførini eru gjørd til økis- og býarflúgving og kunnu uppsetast til bæði ferðafólka- og farmaflutning. BETA framleiðir í løtuni hesi flogfør á verksmiðju í høvuðssætinum hjá felagnum í Vermont í USA.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##