VIDEO: Skotski venjarin hjá SJK heldur KÍ spælir "skotskt"

(Video) Hoyr og síggj hvat høvuðsvenjararnir hjá KÍ og SJK Seinäjoki søgdu á tíðindafundinum aftaná dystin

Stevie Grieve er høvuðsvenjari hjá SJK

Magnus Powell, høvuðsvenjari hjá KÍ er fegin um 2-1 sigurin hjá KÍ á SJK Seinäjoki á útivølli. Hann heldur, at talan var um ein torføran dyst fyri bæði liðini í øllum hitanum. Hann ásannar eisini, at KÍ mátti brúka eina løtu í seinna hálvleiki at fóta sær aftaná SJK hevði broytt leikskipan, og hevði javnað til 1-1. Magnus Powell staðfestir, at alt er opið til returdystin komandi hóskvøld á heimavølli við Djúpumýrar í Klaksvík.

 

Skotski høvuðsvenjarin hjá SJK, Stevie Grieve heldur, at KÍ spældi ógvuliga "skotskt". Stevie Grieve heldur, at ungu leikararnir hjá SJK eru ikki vanir við slíkt í heimligu kappingini í Finnlandi. Stevie Grieve heldur, at SJK var tað nógv betra liðið í seinna hálvleiki, men teir vóru alt ov passivir í fyrra hálvleiki. Stevie Grieve heldur, at finnur SJK spælið frá seinna hálvleiki fram til útidystin í Klaksvík, so kann SJK knógva KÍ.

 

HER ber til at hoyra og síggja tíðindafundin aftaná dystin millum SJK og KÍ. Tíðindafundurin fór fram á enskum: 

 

##med2##

 

SJK – KÍ 1-2 (0-1) - 1. undanumfar í Conference League, fyrri dystur. 

 

0-1: Jákup B. Andreasen 39.

 

1-1: Marko Arsolo 47.

 

1-2: Gaston Nicolas Tellechea 86.

 

Dómari úr Íslandi: Johann Ingi Jonsson

 

KÍ: Mark F. Jensen – Odmar Færø (Deni Pavlovic, 91.), Gilli Rólantsson Sørensen Daniel Johansen, 62.), Gaston Nicolas Tellechea – Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg (Claes Philip Kronberg, 91.), Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 77.)

 

Gult kort: Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Hallur Hansson

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Sebastian John, Robert Williams,, Filip Brattbakk, Dávid B. Andreasen, Martin Gonzalez

 

Venjari: Magnus Powell

 

Stevie Grieve er høvuðsvenjari hjá SJK