Myndin er av frystilínuskipinum, Jógvani I, sum hevði eitt gott ár í fjør. Skipið er nú í Noregi, har ein nýggj dragiskipan verður sett í. Skipanin verður bygd inn í stýriborðssíðu á skipinum.

Fyrstu línuskipini farin á Flemish Kap

- Á Flemish Kap og í Eysturgrønlandi verður tað mest toskur, og undir Føroyum er tað mest longa, toskur, hýsa og brosma.

Myndin er av frystilínuskipinum, Jógvani I, sum hevði eitt gott ár í fjør. Skipið er nú í Noregi, har ein nýggj dragiskipan verður sett í. Skipanin verður bygd inn í stýriborðssíðu á skipinum.

Eitt størri ísfiskalínuskip og tvey smærri eru til fiskiskap í løtuni.

 

- Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Øll ísfiskaskipini koma inn at landa í næstu viku.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Av frystilínuskipunum er eitt í Eysturgrønlandi, tvey eru undir Føroyum, eitt er á Flemish Kap, og tvey eru á veg yvir.

 

- Í Eysturgrønlandi og á Flemish Kap verður tað toskur, og undir Føroyum er tað mest longa, toskur, hýsa og brosma.

 

Um útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við,  at nakað verður av útróðri

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin er av frystilínuskipinum, Jógvani I, sum hevði eitt gott ár í fjør. Skipið er nú í Noregi, har ein nýggj dragiskipan verður sett í. Skipanin verður bygd inn í stýriborðssíðu á skipinum.