Galaxy: Avmarkingar í farmaflutninginum til og úr Suðuroynni

Galaxy kann ikki lasta gass og annan vandamiklan farm úti á dekkinum eins og á Smyrli.

Frá leygardegi 23. august 2025 fer M/V Galaxy at røkja leið 7 millum Suðuroy og Tórshavn í umleið 8-10 vikur.

 

Strandferðslan ger á ssl.fo vart við, at tá Galaxy avloysir, so verða avmarkingar, tí skipið kann ikki taka allan farm.

 

Galaxy kann ikki lasta gass og annan vandamiklan farm úti á dekkinum eins og á Smyrli.

 

Heitt verður á allar viðkomandi kundar, ið hava tørv á flutningi av gassi og vandamiklum farmi, ið ikki kann flytast við Galaxy, um at fáa hesar vørur fluttar til Suðuroynna innan 23. august.     

 

Tað kunnu vera sleip, farmaeindir, størri akfør og flutningstól, ið ikki kunnu flytast við Galaxy orsakað av avmarkingum í mun til hædd, stødd ella ella møguliga vekt v.m., skrivar ssl.fo millum annað.

 

Uppslagið hjá ssl.fo kann lesast her: Kunning viðvíkjandi farmi/vandamiklum farmi við Galaxy- Strandferðslan