Í dag er fyrsti skúladagur eftir summarfrítíðina, og tað merkir eisini, at fleiri hundrað børn kring landið byrja í 1. flokki.
- Vit fara sjálvsgt aftur í ár at ynskja børnunum vælkomnum í skúla - bæði sum fyrstu ferð, men eisini teimum, sum byrja aftur.
Vaktleiðarin segði í morgun, at tey eins og áður fara at vera til staðar við nakrar skúlar um morgnarnar.
- Vit fara at ansa eftir, at bilførarar eru ansnir við skúlarnar, at børnini eru rætt íbundin, og at børnini ikki sita við skúlataskuni á rygginum í bilinum.
Vaktleiðarin vísir á, at um børnini sita íbundin við skúlatasku á bakinum, hava tey onga ryggverju, og tað kann vera vandamikið, um okkurt hendir.
- Eru tað smærri børn, skulu tey sjálvsagt sita í barnastóli, leggur løgreglan aftrat.