Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í næstu viku. Her liggja tvey garnaskip hjá Thor við bryggju í Havn.

Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap

Hjá partrolarunum er lítil broyting í fiskiskapinum, og her kundi saktans gingið væl betur.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í næstu viku. Her liggja tvey garnaskip hjá Thor við bryggju í Havn.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og onkur pør koma inn at landa í næstu viku.

 

- Øll skipini fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og so nakað av toski, hýsu og hvítingi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin hjá partrolarunum saktans kundi verið betri.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir eru nýliga byrjaðir túr og koma neyvan inn at landa fyrr enn í aðru viku.

 

- Ein frystitrolari fiskar svartkalva, og ein er á beding, verður lagt aftrat.

 

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í næstu viku. Her liggja tvey garnaskip hjá Thor við bryggju í Havn.