Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap

- Garnaskipini koma øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Teir eru á Íslandsrygginum og fáa mest av toski og svartkalva.

 

- Fýra frystilínuskip eru ella eru ávegis yvir á Flemish Kap, og her fáa tey mest av toski, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Tvey frystilínuskip eru til fiskiskap í føroyskum sjógvi; tey fáa mest av longu og brosmu.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin er brúkiligur, og líkt er til, at veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur. Teir fáa mest av toski, hýsu og nakað av hvítingi og upsa.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. 

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma øll inn at landa í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.