Ger lekjandi list til Landssjúkrahúsið

Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir av Eiði arbeiðir saman við tveimum øðrum listafólkum at listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Talan er um lekjandi list, har sjúklingurin kann velja at fáa júst ein ávísan málning inn á sjúkrastovuna

– Tað er ein góður spurningur, hvat er lekjandi list. Eg vil í hvussu er leggja meg eftir, at listin hevur eina jaliga ávirkan, soleiðis at upplivingin av henni verður hugalig og ein sonn uppliving, har hyggjarin verður førdur inn í ein heim, sum stimbrar og gevur hugflog. Til tíðir ein humoristiskan heim, sum kveikir gleði og undran, og sum gevur lívinum eitt stuttligt íkast, sigur listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir.

Lívgandi ávirkan

Listakvinna av Eiði er ein av trimum listafólkum, ið er vald út at at prýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Umframt hana eru Gurðið Poulsen og Javier Tapia úr Kili, men sum býr í Danmark, við í verkætlanini.

Listafólkini Brandur Patursson og Rannvá Kunoy sleppa eisini at listprýða H-bygningin við hvør sínum listaverki í part.

– Sum vatn hevur týdning fyri blómuna og fær hana at spretta – ja, soleiðis skal listin av mínari hond hava eina lívgandi ávirkan á tann, ið festir eyguni á hana. Ella sagt á annan hátt, ein skapandi list, ið stuðlar undir leking, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Sjúklingurin kann ynskja sær listaverk

Ætlanin er, at listaverkini fara at hanga í einum stórum felagshøli í H-bygninginum, og so ber til hjá tí einstaka sjúklinginum at velja okkurt ávíst listaverk, sum so verður lænt og hongt upp á sjúkrastovuni hjá viðkomandi. Á henda hátt fara listaverkini at ferðast runt á sjúkrastovunum ymsastaðni í bygninginum.

– Hetta er ein sera spennandi verkætlan. Hugsanin er, at tað skal vera annað enn bara hvítir veggir á sjúkrahúsinum, sigur Sigrun Gunnarsdóttir. 

##med2##

Fjølbroytt myndaevni

Hon kennir sjálv til sjúku, og í 1995 doyði kona beiggja hennara frá smáum børnum.

– Tá kom tað tætt uppá, og lívið gjørdist álvarsamt. Tað gjørdist eisini greitt fyri mær, hvussu stutt lívið í grundini er. Tá kom ein broyting í listina. Eg byrjaði tá at arbeiða meira við symbolum, til dømis spurvinum, liljuni og einglinum. Eg vildi við hesum fortelja nakað meira. Hetta hevur fylgt mær víðari í listini, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

– Spurvin taki eg sum eitt symbol uppá, at tað stendur, at tað fellur ikki spurvur til jarðar uttan eftir mínum vilja, sigur Harrin. Eg havi broytt tað eitt sindur, og sigi ístaðin, uttan at eg eri við í tí, sigur Gud. Tað vil siga, at niður í minstu smálutir er hann við okkum, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Í sambandi við listprýðingina av Landssjúkrahúsinum vísir hon á, at hon í myndevnum vil taka sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk við.

– Eg vil taka tey við á ein slíkan hátt, at tað vónandi gevur ein lætta í dagligdegnum, og sum vónandi kann hava eina jaliga ávirkan á lekjandi tilgongdina. Mentanin verður sjálvsagt ein partur av øllum, tí myndevni hjá mær eru jú úr okkara fjøltáttaðu mentan, sigur hon.


Sýnir fram altjóða

Sigrun Gunnarsdóttir er ein viðurkend listakvinna, sum hevur arbeitt eitt heilt lív við málningalistini. Hóast hon verður 70 ár í mars, hevur hon ongar ætlanir um at steðga við málningalistini.

– Eg geri eitt sindur sum eg havi hug til. Verkætlanin til H-bygningin skal vera liðug í 2021, og eg hugsaði eisini at hava onkra framsýning í atelierinum her á Eiði í summar. Eg skal aftur til Japan at hava framsýning og møguliga verður ein framsýning eisini í Grønlandi, so eg havi eitt sindur at gera, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Listakvinnan hevur havt framsýningar í øllum Norðurlondum, fleiri londum í Evropa, Grønlandi, í Japan, Kina og USA. Hon hevur eisini tvær ferðir sýnt fram á Listasavni Føroya umframt fleiri aðrar framsýningar í Føroyum.

Á listaháskúla

– Sum barn og ung dámdi mær sera væl at tekna. Eg teknaði andlitsmyndir og nógv annað. Eg hoyrdi um ein tekniskúla í Danmark og valdi at søkja. Eg hevði eina góða vinkonu á Eiði, men vit endaðu á hvør sínum stað. Hon fór til Svínoyar, meðan eg fór til Keypmannahavnar at ganga í skúla, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Tað at vera listafólk liggur í ættini hjá henni. Abbin, Niels Kruse, var kendur listamaður. Hann hevur millum annað málað altartalvurnar í kirkjunum á Eiði, Gjógv og á Selatrað.
Hon var hálvt annað ár á R. Askou-Jensen Tekniskúlanum, áðrenn hon fór víðari á Kongaliga Danska Listaháskúlan.

– Tað vóru ikki so nógvir føroyingar, ið høvdu gingið har, og av kvinnum haldi eg, at tað bara var Ruth Smith, ið hevði gingið har áður. Eg hugsaði ikki so nógv um tað tá, hvussu tað fór at ganga fíggjarliga, um hetta gjørdist lívsleiðin. Hevði bara hug at royna tað, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Familjulív og listafólk

Í sambandi við upptøkuroyndina hevði hon latið nakrar málningar inn. Her var millum annað ein mynd av Golgata, ein av sildaarbeiði og ein av føroyskum landslagi. Í mun til tað, sum Sigrun Gunnarsdóttir málar í dag, sæst, at hesar myndirnar eru myrkar á liti og kunnu tykjast daprar. Í dag eru tað millum annað tann reyði og grøni liturin, ið fylla nógv meira.

Hon var seks ár á skúlanum og liðug í 1979. Hon kom aftur til Føroyar í 1980. Hon giftist við Tordi Niclasen, og tey búsettust á Eiði. Tey fingu trý børn, og í áttatiárunum varð ikki so nógv málað.

– Eg var heima og tók mær av børnunum. Soleiðis var tað tá. Tá var heldur ikki nakar barnagarður ella kommunal barnaansing, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Onkra framsýning hevði Sigrun tó havt, eftir at vera liðug á listaháskúlanum. Í 1979 hevði hon til dømis eina listaframsýning á Eiði saman við Jaspur Kruse og Óla Egilstrøð.

##med3##

80 fermetrar stórt atelier

Eftir at hava ligið mest sum í dvala í eini 10 ár, fór Sigrun Gunnarsdóttir í gongd aftur at mála í nítiárunum, og hetta hevur verð hennara vinnuvegur síðani. Eitt atelier á 13 fermetrar varð innrættað í húsinum, tá ið húsið varð bygt. Tað var seinni víðka til 20 fermetrar, og í 2006 bygdi hon eitt atelier á 80 fermetrar við síðuna av húsinum við útsýni yvir Mølina á Eiði.

– Pápi mín segði tá, at tað var púra ørt at byggja so stórt. Atelierið var størri enn tey húsini, hann hevði bygt. Ein annar persónur spurdi meg, um eg hevði ráð at lata vera. Eg eri sera glað fyri atelieri, og hetta var avgjørt tað rætta, sigur hon.

– Eg nýti nógva tíð her. Eg eri ofta í gongd við fleiri verk samstundis, og tað er gott. Eg havi eisini havt nakrar framsýningar her, og nógv fólk hava vitjað. Ta einu ferðina komu umleiða 500 fólk til framsýning. Tá var eg sera yvirraskað og eyðmjúk, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Nógv eftirspurd

Sigrun hevur ferðast nógv, og tað hevur givið henni nógva íblástur í arbeiðinum sum listafólk. Millum annað fekk hon nógvan íblástur, tá ið hon saman við familjuni búði í Kuummiut í Eysturgrønlandi í eitt ár. Hon hevur eisini verið aftur í Grønlandi nakrar ferðir.

– Tíðin í Grønlandi var sera góð, og hon gav nógvan íblástur. Tí havi eg nú eisini nógv grønlendsk motiv, sigur hon.

Eitt annað stað, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur ferðast ofta, er í Japan. Har hevur hon verið fimm ferðir – tær flestu ferðirnar hevur hon sýnt fram.

– Tað hevur nógv at týða fyri meg at koma út og fáa íblástur. Men tað er eisini gott at hava eitt stað her heima, har eg kann vera í friði og arbeiða, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.
Síðstu tríggjar mánaðirnar er hon vorðin omma tríggjar ferðir, og hetta fer helst at fylla nógv hjá henni í framtíðini. Tað er fyrstu ferð hon er omma.

Listakvinnan á Eiði er nógv eftirspurd, og hon er við í fleiri verkætlanum. Hennara listaverk hanga uppi ymsastaðni kring landið – bæði í almennum bygningum, á stovnum og í privat heimum.

Og skjótt fáa vit øll loyvi at síggja hennara listaverk á Landssjúkrahúsinum.