Giktasjúklingar mugu fáa virðiliga viðgerð

Seinastu tíðina eru fleiri syrgiligar søgur frá føroyskum giktasjúklingum komnar fram í sosialum miðlum. Har kæra giktasjúklingarnir sína neyð um viðgerð, sum er versnað og um vælvirkandi heilivág, sum verður skiftur út við kopi heilivág.

Haraftrat hevur dentur eisini verið lagdur á vaksandi ótryggleikan við skiftandi serlæknum og læknum við lítlum ella ongum royndum.

Er tað neyðugt at útseta føroyingar, sum frammanundan hava tað trupult, í tílíkar keðiligar støður?

Giktasjúkur eru ymiskar, men felags fyri allar eru, at lívsgóðskan verður munandi skerd.

Tí eru viðgerðarhættirnir avgerandi fyri, hvussu gerandisdagarnir hjá sjúklingunum verða. Tað er sera tungt og tíðarkrevjandi at royna ymiskan heilivág, tí flestu hava nógv hjáárin, ið ávirka bæði kropsliga og sálarliga.

Eg haldi, at vit mugu geva giktasjúklingum eina virðiliga viðgerð. Tí stabilitetur og tryggleiki hevur alt at siga fyri hesi fólkini.

Tí havi eg sett landsstýrismanninum ein fyrispurning, har eg vil hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum um vandamiklu sparingarnar á giktaøkinum.


Bjarni Hammer, løgtingsmaður