Gloym ikki Skúgvoynna!

Tunnil til Skúgvoyar verður byrjanin á suðuroyartunnlinum. Suðuroyggin er vælsignað av Skúgvoynni, sum liggur millum Sandoynna og Suðuroynna. Um Skúgvoyggin ikki hevði verið, har hon er, hevði tað verið truplari at gjørt Suðuroyartunnilin. At Skúgvoyggin liggur har, ger verkætlanina munandi lættari. Fyri trygdina er tað sera týdningarmikið, at tunnilin ikki verður longri enn neyðugt. 

Eg skilji ikki, hví fólk yvirhøvur seta spurnatekin við, um tunnil skal gerast til Skúgvoyar ella ikki. Hatta er ikki nakað at diskutera. Verkætlan verður bara ótryggari um Skúgvoyggin verður lopin um. Tess longri ein tunnil er, tess ótryggari verður hann, hví velur man so ikki at taka Skúgvoynna við upp í verkætlanina?

Endamáli við einum tunnli er at knýta oyggjarnar saman. Vit hava hoyrt, at fólkatalið minkar í Suðuroynni. Tað ger tað so heilt bestemt eisini í Skúgvoy, og vit vita, at Skúgvoy verður fólkatóm, áðrenn Suðuroyggin. Í Føroyum hava vit 18 oyggjar, og ongin oyggj er líka. Latið okkum gera tunnil til Skúgvoyar fyrst! Tað fer ikki at kosta 4 milliardir, men minni enn 500 milliónir! Tá eru vit nærri at gera málið til veruleika, sum er at gera tunnil til Suðuroyar!

 

V.h

 

Petur Asano