Tíðindaskriv:
Innkomin stuðul fer óskerdur til arbeiðið hjá Beranum/Felagnum Pinkubarnadeyða at hjálpa familjum, sum hava mist børn.
Tiltakið verður skipað sum ein hugnalig løta við tónleiki og hugleiðingum. Kostnaðurin er 100 kr., børn ókeypis.
Møguleiki er at keypa kaffi, te, køku, minniskrín, minnisbók, lyklaringar, lummaeinglar og at stuðla við peningagávu
Skrá
Vælkomin
Kunning um Beran v. Oddvør Poulsen, leiðara
Tónleikur við Bárði á Lakjuni
Tónleikur við Paulu Simonu á Fríðriksmørk
Carla Josenius Mikkelsen sigur frá síni søgu um at missa pinkubarn
Steðgur við drekkamunni og sølu
Tónleikur við Elinborg Pálsdóttir
– Kom við og stuðla einum góðum endamáli – Øll eru hjartaliga vælkomin
Vinarliga
Nevndin Felagið Pinkubarnadeyði