Zakarias Wang var føddur 23. august 1940 í Soylgørðum í Kaldbak. Eftir barnaskúlan fór hann á VBV í Havn í 1954. Har tók hann preliminerprógv í 1956 og nýmálsligt studentsprógv í 1958. Hann var ferðalærari í Norðradali og Syðradali 1958-1959. Gjørdist í 1965 cand. scient. pol. í Århus. Arbeiddi í Keypmannahavn til 1967. Var í tríati ár á Føroya Studentaskúla í Hoyvík og hevur havt forlagið Stiðjan í mong ár.
Foreldrini hjá Zakariasi vóru Poul Wang, bóndi og Elsebeth Christina, nevnd Ebba. Foreldur pápans vóru Sakaris í Soylgørðum og Marin Mohr heiman av Garði í Hoyvík. Foreldur mammuna vóru Hans Simonsen, traðarmaður uttan fyri Garðar í Hoyvík og Sanna Joensen, óðalsmansdóttir úr Innistovu í Mykinesi.
Zakarias var næstelstur av fimm systkjum, hini vóru Eyðun, Sølvá, Hanus og Mourits. Zakarias var giftur við Margit Svarrer, tannlækna, sum er fødd í Esbjerg og vaksin upp í Bylderup Bov tætt við týska markið. Hon doyði fyrr í ár.
##med2##
Tey hava tvær døtur: Ulla, f. 1966 og Elin, f. 1970.
Zakarias Wang varð valdur í bygdarráðið í Tórshavnar uttanbíggjar kommun í 1976, sum tók við 1. januar í 1977. Kommunan legði hetta valskeiðið saman við Tórshavnar kommunu, har hann varð valdur í 1980 og í 1984, har hann sat til 1988.
Zakarias Wang er kendur úr politikki annars eisini, Eitt nú tá hann stillaði upp til fólkatingsalið í 1971 á uttanflokkalista – og mundi verið valdur.