Gransking er grundin undir framtíðini

Vitjaði í gjár framsýningina Dear, my dear í gomlu gentukostdeildini í Hoydølum. Spákaði eftir gøtunum við gamla sanatoriið við vakra útsýninum móti Boðanesi og Nólsoyarfirði. Her, sum bróstsjúkrahúsið lá. Hesum dalinum, har tuberklasjúk ikki vistu, um tey nakrantíð sluppu heimaftur til síni kæru á lívi. Her, sum vónin og vónloysið bardust í sárbærum sinni.

 

Hugsaði um tann ovurstóra týdning, sum gransking hevur fyri framstig á øllum mótum. Gransking førdi til, at tuberklabakterian varð funnin og sjúkan kann grøðast. At aðrar sjúkur, sum fyrr vóru deyðiligar, í dag kunnu viðgerast.  

 

Gransking førir eisini til dyggari undirvísing og betri skúlar, frambrot innan sálarheilsu, menning av rávøru til dygdar matvørur, og nýggja fatan av søgu okkara. Til burðardygga tøkni og byggitilfar. Til málmenning og framkomin hjálparamboð. Økt vitan frá gransking kann geva svar uppá, hvussu vit loysa heilsuligar, sosialar, vinnuligar og umhvørvisligar avbjóðingar. Ja, listin hevur ongan enda. 

 

Tjóðveldi er ein flokkur, sum altíð hevur og framhaldandi fer at leggja stóran dent á gransking, útbúgving og nýmenning.

 

GRANSKINGARÁÐIÐ spurdi Tjóðveldi um okkara hugsanir um gransking. Vit svara millum annað, at: Gransking, nýmenning og útbúgving hava ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar. Tað er ein av fyritreytunum fyri, at vit sum samfelag megna at flyta okkum framá, loysa avbjóðingar og gera okkum galdandi í framtíðini. Gransking er aloftast grundarlagið undir at vinna og samfelag duga at nýmenna – bróta upp úr nýggjum, samstundis, sum vit byggja á tað verandi.

 

Svarið uppá spurningarnar frá Granskingarráðnum kanst tú lesa her:

 

www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/tjodveldi-svarar/

 

 Tíbetur eru tuberklar ikki longur ein sjúka, sum tú doyrt av á okkara leiðum. Men vit hava so mangt annað, sum skal loysast. Tí er neyðugt at gera størri íløgur í gransking, ikki minst heilsugransking. Og at samskipa tær eindir, sum granska og tryggja, at hetta gullnám av vitan verður borið fólkinum til gagns og framburð.

 

X við E

 

Bjørt Samuelsen

 

Tjóðveldi

 

 

 

 

 

.