Landbúnaðarframleiðsla í Føroyum eigur at verða raðfest í størri mun.
Umstøðurnar til framleiðslu av egnum eplum, grønmeti og stráfóður eru til staðar í Føroyum, men tørvur er tó á neyðugum játtanum fyri at gera hetta enn betur.
Tí ætli eg mær at arbeiða fyri, at møguleikarnir hjá føroysku bøndrunum at fáa játtan til nýggjar verkætlanir skulu betrast munandi.
Fólkatingssessurin hevur við sær møguleikar - spurningurin er bara, um mann velur at síggja hesar møguleikar ella starir seg blindan av forðingum.
Mattrygd er ein avgerðandi partur fyri okkum sum oyggjasamfelag úti í Atlantshavinum.
Stuðulin til landbúnaðin í dag er 19 mió. kr., játtaður á Fíggjarlógini, harav 16 mió. kr. fara til mjólkastuðul. - Kunnu vit menna landbúnaðin enn meira til at fáa kjøt og grønmetisframleiðslu á eitt hægri stig, vinna vit nógv. Tað er burðardygt at brúka okkara land til framleiðslu - ikki keypt úr útlondum, sent við skipum - skulu vit hugsa tað grønu leiðina, ið vit mugu fyrihalda okkum til. Hetta kann eisini geva fleiri og nýggj arbeiðispláss til okkara samfelag.
Sambandsflokkurin er garantur fyri einum styrktum Ríkisfelagsskapi, men samstundis eisini tann flokkurin, ið sær møguleikar í Ríkisfelagsskapinum.
Verði eg valdur á Fólkating, so fari eg at virka fyri, at meira gransking verður á landbúnaðarøkinum í Føroyum. Hetta fari eg at gera m.a. við at leiðbeina grunnar og onnur áhuga til Føroyar.
Sum politikkari er tað mín ábyrgd at vera nýhugsandi, og sum sambandsmaður liggur tað í mínum blóði at samstarva, og tí síggi eg onga forðing í at brúka fólkatingssessin til at fáa fleiri granskingarmøguleikar til føroyska landbúnaðin.
Gransking í og kring Føroyar skal raðfestast, bæði á landi og í havi, og tí fari eg at virka fyri einum samstarvi, sum raðfestir føroyska landbúnaðin.
Eg síggi Ríkisfelagsskapin og fólkatingssessin sum ein møguleika - ikki eina forðing!
Haraldur Símunarson Hammer
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið