Gullbrandur og liðfelagarnir fingu eitt týðandi stig á útivølli

Hevði Sandnes ULF tapt fyri Hødd høvdu teir bara verið fýra stig frá beinleiðis niðurflyting

U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir spældu á útivølli móti Hødd í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Tommy Høiland legði Sandnes á odda longu í fimta minutti. Tá ein tími var leiktur javnaði Hødd til 1-1.

 

Undan dystinum var Hødd á næstaftasta plássinum seks stig aftanfyri Sandnes á stigatalvuni, og tí hevði tað stóran týdning fyri Sandnes at fáa eitt stig við sær suður til Rogaland.

 

Sandnes ULF er nummar 10 í deildini við 31 stigum. Fimm stig eru niður til Mjøndalen, ið er á triðaftasta plássinum við 26 stigum. Aftaná lokna kapping flyta tvey tey niðastu liðini niður. Liðið sum endar triðaftast spælir Play Off dystir móti einum liði úr triðbestu deildini um rættin at spæla í deildini komandi kappingarár. 

 

Komandi leygardag klokkan 14 tekur Sandnes móti Start Kristiansand.