Gunnar Olsen nýggjur tilbúgvingarleiðari

Eysturkommuna hevur sett Gunnar Olsen sum tilbúgvingarleiðara hjá kommununi.

Gunnar er 55 ára gamal og er upprunaliga útbúgvin bilmekanikar. Hann hevur eisini tikið útbúgving innan tilbúgving og tyrlu-og ambulansatænastu.

 

- Gunnar hevur nógvu seinastu árini arbeitt sum leiðari hjá Siemens AG í Aalborg og hevur haðani royndir innan leiðslu og tilbúgving.

 

Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

- Gunnar var eisini partur av brunatilbúgvingin hjá táverandi Gøtu kommunu, eisini sum leiðari. Hann byrjar í starvinum sum tilbúgvingarleiðari hin 1. november í ár.

 

Eysturkommuna bjóðar Gunnari vælkomnum og ynskir honum hepna hon í nýggja starvinum.