Gunnar vann seg víðari í brotssparkskapping

Í vanligari leiktíð javnaði Stjarnan í síðstu sekundunum, og so var neyðugt við bæði longdari leiktíð og brossparkskapping

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið Gunnar Vatnhamar og liðfelagar hansara í Víkingi Reykjavík í steypakappingini í kvøld høvdu vitjan av Stjarnuni.

 

Gunnar Vatnhamar var í miðverjuni hjá Víkingi Reykjavík, og leingi sá tað út til, at tað fór at eydnast heimaliðnum at vinna seg víðari.

 

Tríggjar minuttir undan steðginum legði Danijel Dejan Djuric Víking á odda.

 

Heimaleiðslan helt, inntil í 95. minutti. Tá javnaði Stjarnan til 1-1. Málskjútti var Guðmundur Kristjánsson.

 

So var neyðugt við longdari leiktíð. Víkingur Reykjavík var klárt omaná. Tað mesta gekk fyri seg í og kring brotsteigin hjá gestunum, og talan var um vandamiklar støður í sambandi við bæði hornaspørk og fríspark.

 

Men tað eydnaðist ikki at umseta málmøguleikar til mál, og so var neyðugt við brotssparkskapping og hana vann Víkingur Reykjavík

 

Heimaliðið umsetti øll fimm spørkini til mál. Fjórða brotsparkið var tað Gunnar Vatnhamar, sum setti í netið.

 

Stjarnan misnýtti triðja sparkið, tá ið málverjin bjargaði royndini hjá Haukar Örn Brink.

 

Næsti dystur hjá Víkingi Reykjavík í steypakappingini verður ímóti KA.

 

Víkingur hevur vunnið fýra tær seinastu steypafinalurnar, og sigurin í kvøld ber við sær, at Víkingur hevur møguleika at vinna steypakappingina fyri fimtu ferð á rað.