Sýslumaðurin um grinda-aktivistarnar: – Vit hava onki at krógva

Har var ein støða, har politiið mátti tosa við ein føroying, ið skar upp, og "slaktara-mannin" frá Paul Watson Foundation.

Tað hevur ikki generað sjálva grindadrápið, at aktivistar hava mælt á kaiini í Norðragøtu fyrrapartin. Ein teirra var íklæddur sum ein slaktari, og felagsskapurin hjá Paul Watson sendi live á Facebook.

 

– Vit hava einki at krógva. Tey kunnu taka tær myndir tey vilja, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.

 

– Men tá man hevur lýst grindaøkið, so skal tað yvirhaldast. Óviðkomandi hava onki at gera har, so tað er sjálvandi ikki í ordan, sigur hann. 

 

– Men at taka myndir tað er í lagi, haldi eg, leggur hann aftrat.

 

Politiið: Provokerandi atburður

 

Politiið var á staðnum, tá raksturin fór fram og aftaná, tá skorið varð upp. 

 

– Tá vóru nøkur har frá Paul Watson foundation, men tey forðaðu ikki drápinum og vóru ikki til ampa, sigur vakthavandi hjá politinum.

 

– Men tey hava provokerandi atburð og royna at skapa eitt narrativ á sosialu miðlunum við at taka myndir og film. Tað er serliga hesin svintumaðurin, sum gongur runt og sær eitt sindur farligur út.

 

Tað bleiv ikki til nakað politimál og handtøku, men okkurt var:

 

– Tað vísti seg, at ein sum skar upp bleiv provokeraður. Tað byrjaði at blíva heitur stemningur millum teir. Og so vit fóru ímillum og tosaðu teir til sættis.

 

Politiið vildi ikki forða aktivistunum í at vera har.

 

–  Teir mugu gjarna vera har. Økið var ikki oridliga sperrað av, og tá fær man ikki gjørt so nógv. Har vóru so nógv fólk. Man kann ikki diskriminera og blaka tey út.

 

LES EISINI: Aktivistur órógvar í Gøtu: Slaktari við króki