##med2##
- Um nakrar dagar fara vit at kunna fegnast um hendan javnleikin. Soleiðis málbar Håkan Ericson seg í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig á FM1.
Håkan helt fyri, at væntandi dystarvenjingin hjá monnum kom til sjóndar í seinna hálvleiki, ið var eitt munandi slakari avrik enn fyrri hálvleikur hjá føroyska liðnum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Håkan Ericson aftaná dystin í Moldova.
##med3##