Myndir: Álvur Haraldsen

Hægri pensjónsaldur ikki galdandi fyri tingfólk

Meginparturin av teimum, sum sita á tingi í dag, kunnu fara heim við feitari pensjón, tá tey eru 60 ár

Myndir: Álvur Haraldsen

Hóast Løgtingið nú hækkar pensjónsaldurin til 70 ár, so er tað ikki galdandi fyri tingfólk. 

Upp á spurning frá Kristionnu Winther Poulsen um hetta málið, sum Sosialurin hevur skrivað í dag, svaraði Eyðgunn Samuelsen, framsøgufólk hjá Javnaðarflokkin undir viðgerðini av málinum í Løgtinginum, »at tað passar ikki«.

Men tað passar. 

Við næstsíðsta væl vórðu nógv ung og dugnalig fólk vald á ting. Til dømis Beinir Johannesen, Steffan Klein Poulsen, Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm.

Taka vit tey sum dømi – tí tey eru so ung, so hava tey til næsta væl upptjent sær 8 ár í pensjón eftir serligu gyltu lukrativu reglunum, sum enn eru galdandi fyri tingfólk. Tey hava tá rætt til 36 prosent av lønini í 34. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins í eftirløn. Tað gevur teimum 17.488 krónur í pensjón, sum tey longu nú hava rætt til at fáa, tá tey fylla 67 ár. Ikki tá tey fylla 70 ár, sum hjá vanliga fólkinum.

Tey sum verða vald á ting eftir næsta val, tey verða eftirlønt eftir nýggju lógini, har tað nú er ein normaliserað pensjónsskipan, har tey fáa eitt pensjónsinngjald í eina eftirlønarskipan eins og onnur fólk.

Men tað sum tingfólk hava »upptjent« sær eftir gomlu skipanini, tað verður standandi, og tað fáa tey, tá tíðin kemur.

Men tað er ikki nóg mikið við tí. Tingfólk hava eina serliga reglu fyri, nær tey kunnu fáa pensjón. Tá ið tvær ferðir starvsaldurin hjá tingfólki + aldurin er 95, tá kunnu tey fara frá sum 60 ára gomul. Siga vit, at hasi ungu tingfólkini vera sitandi á tingi, til tey lúka hesa reglu, at tey kunnu fáa pensjónina, tá tey eru 60 ár.

Longu nú hava umleið helmingurin av tingfólkunum rætt til 60 ára pensjónsaldur. Og fleiri, sum til dømis hesi ungu tingfólkini, klára at vinna sær hesi rættindi.

Hetta eru somu fólk, sum nú fara at hækka pensjónsaldurin hjá øllum føroyingum til 70 ár. Tey vilja bara ikki sjálvi taka hetta takið.

Eitt er, at politikarar eftir gomlu gyltu lukrativu skipanini hava upptjent sær rætt til feita pensjón.

Men hví skulu politikarar hava 60 ára pensjónsaldur, tá øll onnur hava 70 ára pensjónsaldur?

Vit halda tað vera undarligt, at tey einastu í landinum, sum sleppa undan hægri pensjónsaldri, eru tey, sum fara at hækka pensjónsaldurin hjá øllum hinum.

Ikki serliga álitisvekjandi...

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen