Haribo skal kunna søkja um patent uppá útsjóndina á sínum gummibjørnum, sigur Eystara Landsrættur. - Mynd: Lisi Niesner/Reuters

Hægstirættur dømir Haribo at finna í gummibjørnstríði

Ára long rættarlig togtogan er komin til eina fyribils niðurstøðu, eftir at Eystari Landsrættur fyrr í hesum mánaðinum tók avgerð í einum máli um upphavsrætt til gummibjørn.

Haribo skal kunna søkja um patent uppá útsjóndina á sínum gummibjørnum, sigur Eystara Landsrættur. - Mynd: Lisi Niesner/Reuters

Rigo Trading, sum eigur vørumerkjarættindini til vørurnar hjá góðgætisfyritøkuni Haribo, hevur verið dømt fyri at kunna fáa danskt patent uppá nágreiniliga útsjóndina á gummibjørnunum, sum Haribo hevur selt í Danmark í núverandi líki síðani 1978.

Sø- og Handelsrætturin hevur áður víst hesum aftur, eins og tað eisini er hent við Patent- og Varemærkestyrelsen og í Ankenævnet for Patenter og Varemærker.

Hóast fleiri aðrir framleiðarar við tíðini hava gjørt gummibjarnir, sum líkjast teimum hjá Haribo, so skal hetta sambært hægstarætti ikki forða týsku góðgætisfyritøkuni í at fáa patent uppá upprunaliga sniðið nú.

 

/Ritzau/

 

 

 

Haribo skal kunna søkja um patent uppá útsjóndina á sínum gummibjørnum, sigur Eystara Landsrættur. - Mynd: Lisi Niesner/Reuters