Hægstirættur dømir menn í fongsul fyri hóttanir móti Mette F.

Hægstirættur staðfesti hægstarættardóm upp á 40 daga fongsulsrevsing fyri tríggjar menn, sum høvdu dukkur við til mótmælisgongu.

Hægstirættur dømir tríggjar menn 40 daga fongsulsrevsing fyri hóttanir móti forsætisráðfrúuni á koronamótmælisgongu í januar 2021.

Teir tríggir menninir høvdu eina mannequindukku við, sum avmyndaði Mette Frederiksen, til mótmælisgongurnar, sum vóru í Frederiksberg. Eitt skelti tvørtur um búkin ljóðaði: "Hon skal og skal avlívast."

Dukkan varð hongd upp á ein lyktapela, har eldur varð settur í hana undir mótmælisgonguni.

Hendingin, sum varð víst í sjónvarpinum, varð fordømd av fleiri politikarum á Christiansborg, hóast løgreglufólk á staðnum ikki tóku tað í serliga stórum álvara.

Tveir dagar eftir mótmælisgonguna vórðu teir tríggir menninir førdir fyri grundlógaravhoyring við ákæru um landssvik. Dómarin helt tó bara, at prógv vóru fyri at halda teimum aftur fyri hóttanir.

Málið fór síðani í fyri fyrrættin í Frederiksberg, har teir tríggir menninir vórðu fríkendir. Síðani varð málið kært til Eystara Landsrætt, sum dømdi teir 40 daga fongsulsrevsing.

Teir tríggir menninir hava støðugt hildið fast um sítt sakloysi og ført fram, at teir hava brúkt sín grundlógartryggjaða rætt til talufrælsi.

Hægstirættur hevur tí noyðst at javnseta rættin hjá politikarum og ráðharrum til serliga verju øðrumegin og rættin hjá borgarum at úttrykkja seg frítt - serliga undir politiskum mótmælisgongu - hinumegin.

Hægstirættur kom fram til, at orðaljóðið á skeltinum, saman við mannequindukkini og hinum umstøðunum, var ein deyðshóttan móti Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, stendur í dóminum.

Sambært hægstarætti forðar dómurin ikki fólkinum í at finnast at politikkinum, sum forsætisráðfrúan og stjórnin føra. Niðurstøðan er av hesi orsøk, at dómurin ikki er í stríð við mannarættindasáttmálan.

Teir tríggir menninir - ein stilladsarbeiðari og tveir tatovørar - hava longu verið í varðhaldi í átta vikur í 2021. Teir hava sostatt sitið dómin.

 

/Ritzau/