Hákun og liðfelagarnir snávaðu á heimavølli í European League

Skanderborg Århus tapti við fimm málum móti Granollers í seinnu áttandapartsfinaluni í EHF European League

Áttandapartsfinalan gjørdist endastøðin hjá Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Skanderborg Århus í EHF European League.

 

Aftaná 34-32 sigur á útivølli tapti Skanderborg Århus í kvøld 25-30 fyri spanska liðnum, Granollers á heimavølli. Granollers vunnu sostatt ein samlaðan 62-59 fjórðingsfinalusigur.

 

Í steðginum var Granollers á odda 16-13. Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum var støðan 27-25 til Granollers, og samlað javnleikur 59-59. Men seinastu minuttirnar gekk av skriðuni. Granollers skoraðu trý mál og tryggjaðu sær ein samlaðan sigur.

 

Skanderborg Århus var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum til at vinna dystin, men teir brendu alt ov illa. Skanderborg Århus skoraði bara upp á 25 av 47 málmøguleikum.

 

Hákun skoraði eitt mál fyri Skanderborg Århus.