Hákun og Rani víðari til endaspælið

Sandflogbóltur: Hákun Nón og Rani Ákason hava vunnið seg víðari til endaspælið um evropameistaraheitið í sandflogbólti

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Hákun Nón og Rani Ákason hava vunnið seg víðari til endaspælið um evropameistaraheitið í sandflogbólti. Teir vunnu í morgun 2-1 (21-19, 18-21, 15-11) á einum liði úr Armenia. Við tað at liðið úr Armenia tapti teirra fyrsta dyst í morgun, eru Hákun og Rani vísir í, at teir enda á í minsta lagið 2. plássi í innleiðandi bólkinum, boðar Flogbóltssambandið frá.

 

Um teir vinna næsta dystin á liði úr Andorra, so enda teir á 1. plássi í bólkinum. Hetta er tó uttan týdning, tí teir hava við sigrinum í morgun longu vunnið seg víðari í kappingini og skulu nú næstu dagarnar leika í sjálvum endapspælinum um evropiska meistaraheitið í sandflogbólti fyri U18 dreingir.

 

- Hetta er søguligt fyri føroyskan flogbólt og onki minni enn eitt bragd, verður sagt úr Flogbóltssambandinum.

 

Osla og Maria Teresa byrjaður fyrr í morgin. Tær taptu 2-0 (21-18, 21-8) ímóti liðið úr Aserbadjan. Her var týðiligt, at nógvi hitin darvaði ungu genturnar, sum hava aldur til somu kapping aftur næsta ár. Næsti dysturin var ímóti liðið úr Armenia. Hendan taptu genturnar 2-1 (17-21, 21-7, 15-11). Harvið eru Osla og Maria Teresa liðnar við teirra kapping á hesum sinni.

 

Hákun, Rani, Osla og Maria Teresa spæla í tí, sum fyri tey eru nýggjar og óvanligar umstøður. Hitin í Georgia er 32 stig í skugganum, og tey leika í sólini.

 

Mynd: (Flogbóltssambandið)