Halgidagslógin er galdandi í nátt

Í morgin er páskadagur, og tað merkir, at 102 ára gamla halgidagslógin skal haldast í náttarlívinum

Tað sum á yvir 100 ára gomlum lógarmálið kemur undir »offentlig forlystelse« er ikki loyvt aftan á midnátt í nátt, tí tað koma vit inn í páskasamdøgrið.

Fara vit eitt sindur aftur í tíðina, so var stilt í dymbildagaviku, ið summi eisini nevna stilluviku. Eingi almenn tiltøk vóru, og so slett ikki dansur og biografur.

Nú er eitt sindur øðrvísi, men í nátt verður náttarlívið ikki sum tað plagar, tí tað er ikki loyvt at dansa og hava livandi tónleik. Men skeinkistøðini sleppa at hava opið sum vant, tó uttan dans og uttan livandi tónleik.

– Eingin larmur skal vera páskadag, sum órógvar almenna friðin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.