Hallby tapti á heimavølli

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby eru nummar seks í bestu svensku hondbóltsdeildini

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini í høllini í ítróttarhúsinum í Jönköping, har Karlskrona var á vitjan.

 

Karlskrona vann dystin 28-24. Í steðginum var Karlskrona á odda 13-12. 

 

Hallby er nummar seks í deildini við 11 stigum fyri 11 dystir. Karlskrona er næstfremst við 15 stigum, sama stigatali sum Ystad, ið tó hevur betri málmun og tí er oddalið.

 

Rói skoraði bert eitt mál í kvøld, men hann legði upp til trý mál (assist). 

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 taka Ísak Vedelsbøl, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof móti Guif í høllini í Partille.