So fekk føroyingaliðið í bestu svensku hondbóltsdeildini, Hallby loksins stig aftur.
Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku í kvøld móti Alingsås á heimavølli.
Tá tríggir minuttir vóru eftir at leika var Ålingsås á odda 29-26. Tá ein minuttur var eftir legði Pætur upp til Ludvig Högberg, ið minkaði um munin til 28-29. Og í næstseinasta sekundinum legði Rói upp til Olle Ek, ið javnaði til 29-29, og so fekk Hallby loksins stig aftur í bestu svensku deildini.
Hallby er næstaftast í deildini við sjey stigum. Tó eru bert fýra stig upp til Önnered sum hevur 11 stig á áttanda plássinum. Átta tey fremstu liðini sleppa víðari til endaspælið.
Í kvøld skoraði Rói trý mál og legði upp til seks mál. Pætur skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.
Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Hallby á heimavølli móti Aranäs.