Hallby vann á útivølli

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby eru aftur millum átta tey fremstu liðini

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í dag dyst á útivølli móti Malmö í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Hallby at vinna ein tepran 27-26 sigur á Malmö. Í steðginum var Hallby á odda 12-11.

 

Rói skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.

 

Hallby er nú nummar seks í deildini við 17 stigum. Ystad er fremst við 25 stigum.

 

Triðja jólakvøld klokkan 19 tekur Hallby móti Helsingborg í Jönköping.

 

Annan jóladag klokkan 12.30 spælir liðið hjá Ísaki Vedelsbøl og Óla Mittún, Sävehof móti Karlskrona í Partille.

 

Sävehof er fjórðfremst í deildini við 19 stigum.