- Hámarkið verður hækkað úr 4.500 tonsum upp í 6.000 tons.
Tað siga tey í Fiskimálaráðnum í dag.
Lagt verður aftrat, at sambært makrelkunngerðini kann landsstýrismaðurin, um líkindi eru fyri, at tann flutta kvotan ikki verður fullnýtt, broyta ella taka burtur hámarkið.
- Við støði í skrásettari veiðinøgd higartil av fluttu makrelkvotuni tilsamans og fyri hvørt skipið sær og samanhildið við, hvat skip hava eftir at fiska av teirra egnu kvotum, eru útlit til, at tann flutta kvotan ikki verður fullnýtt.
Tað er eisini tikið við í hesa avgerð, at vertíðin fyri makrelfiskiskapin í føroyskum og altjóða sjógvi nú fer at halla.
Tískil hevur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumámum, tikið avgerð um at hækka hámarkið, sum er ásett í § 18 a, stk. 2 í makrelkunngerðini úr 4.500 tonsum upp í 6.000 tons.
- Broytingin fær gildi beinanvegin, siga tey í Fiskimálaráðnum í dag.