Hannes fer ongan veg

Hannes Agnarsson hevur skrivað undir tvey ára avtalu við barndómsfelagið

Hannes Agnarsson er og verður B36 ari.

 

Í dag hevur hann bundið seg til at spæla við B36 tvey tey næstu árini.

 

Sáttmálin var undirskrivaður í dag.

 

Kviki vongspælarin hevur verið ein av stuðulsspælarunum seinastu árini, og hann tekur fegin eitt tørn, tá ið nú besta mansliðið skal byggjast upp av nýggjum.

 

Hannes er 25 ár. Hann hevur higartil spælt 182 dystir og skotið 31 mál fyri B36.

 

Hann er eisini skrásettur fyri níggju landsdystir.